Mynd: Eysturoyarportalurin
Nú er tað ringasta veðrið hasa av fyri hesuferð. Men sambært veðurforsøgnini hjá føroysku veðurstovuni, so verður nakað av vindi aftur í kvøld. Tó ikki líka ringt, sum tað hevur verið.
So tí er eitt gott hugskot hjá fólkið at fáa rudda alt tað leysa, sum liggur leyst ymsastaðni, soleiðis at tað ikki gera meira skaða.
Veðruforsøgnin: Sum líður á fyrrapartinum minkar hann vindin til frískur vindur upp í hvassan vind vestan ella av útsynningi, 10 til 15 m/s. Seinnapartin veksur hann vindin aftur til strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s, um kvøldið gongur hann upp í vestan ella útnyrðing. Skýggjað og nógvir ælingar, lutvíst við vátaslettingi ella heglingi. Hitin í dag millum 3 og 8 stig, um náttina úr frostmarkinum upp í 3 stig.
Hósdagur:
Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 20 m/s, sum dagurin líður minkandi, seinnapartin frískur vindur upp í strúk vestan ella av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina av útsynningi. Skiftandi skýloft og at byrja við ælaveður við kava ella vátakava, seinni turt fyri tað mesta. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
