Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.11.2022 17:20

Tað sum fá tora at siga, og enn færri fara á val uppá (Løgtingsval 2022)

Mynd: Bjarni K. Petersen

Lesarabræv

Hetta valstríðið hevur, eins og mong onnur, verið merkt av tekkiligum vallyftum, sum kosta nógvar pengar. Men hesaferð tykjast flokkarnir at vera í eyka góðum jólahýri, nú valið er sett at vera í desember.

Lovaðir verða stórir skattalættar, meðan vit uppliva methøgan prísvøkstur. Mann vil strika mótrokningina av pensjónum, uttan at siga hvar pengarnir skulu koma frá. Mann vil minka ella avtaka MVG fyri vørur, hóast vit eiga at flyta okkum frá at skatta arbeiði, til at skatta nýtslu. Mann lovar ein Suðuroyartunnil, óansæð hvat hann kemur at kosta. Metingar siga millum 4-6 milliardir (eina heila fíggjarlóg). Eisini vil mann hava niðursetta arbeiðsviku, samstundis sum vit mangla hendur á vælferðarøkinum sum ongantíð fyrr. Og standard svarið hjá teimum flestu er, at rokningin verður send til ali- og fiskivinnuna, hóast vit vita, at hesar inntøkur eru sera óstøðugar.

Hesi vallyftini koma frá somu flokkum, sum siga seg vilja føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, tá ið teir koma til valdið. Teir, sum júst hava sitið við valdið, hava víst, at teir ikki megna uppgávuna, og hini, sum bjóða seg fram at stjórna, hava so kostnaðarmikil vallyftir, at tað illa ber til at halda tað, mann lovar, og samstundis føra ein fíggjarpolitikk, ið er skilagóður.

Vit fara at hava stórar avbjóðingar við haldførinum komandi tíðina. Bæði á tí stutta og langa teininum.

Á tí stutta teininum eru rentuhækkingar, prísvøkstur og dýrari orka ein stór avbjóðing, sum vit mugu taka hond um. Men tað er týdningarmikið, at vit fara hóvliga fram og ikki loypa framav. Vandin er, at átøkini, heldur enn at bøta um støðuna, fara at gera trupulleikarnar verri.

Á tí langa teininum fara vit at hava ovurhonds stórar avbjóðingar við at fáa tingini at hanga saman fíggjarliga, hvørjum okkara vælferð viðvíkur. Í dag eru fýra fólk á arbeiðsmarknaðinum um at rinda fyri hvønn persón, ið hevur trekt seg av arbeiðsmarknaðinum. Um 40 ár verða bert tvey fólk um tað sama.

Almannaveitingarnar fara at hækka, og vit fara at bera nógv størri útreiðslur av at halda okkara tænastur á heilsu- og almannaøkinum á einum nøktandi støði. Hetta er eisini galdandi fyri eldraøkið, ið kommunurnar varða av í dag. Hartil er trupult at nøkta starvsfólkatørvin í dag, og tað verður verri enn.

Í stuttum – okkara vælferðarsamfelag verður dýrari í framtíðini, og vit verða færri um at fíggja tað.

Tí skulu vit í gongd við at gera neyðugar nýskipanir. Nýskipanir á almannaøkinum, arbeiðsmarknaðarøkinum, vinnuøkinum, heilsuøkinum og fíggjarøkinum.

Vit skulu fáa meira fyri hvørja krónu hjá Almannaverkinum, samstundis sum vit varðveita eitt gott tænastustøði. Hetta ber til, um politiski viljin er til staðar.

Vit mugu endurskoða skattaskipanirnar, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin riggar, sum hann skal, og vit fáa økt arbeiðsútboðið.

Vit mugu føra ein vinnupolitikk, soleiðis at karmarnir eru fyri vinnuna at virka og vaksa á einum frælsum marknaði í kapping og harvið skapa neyðuga vøksturin, ið má til fyri at halda vælferðarsamfelagnum uppi.

Vit mugu gera íløgur í at útbúgva okkara ungu til at lofta avbjóðingunum, sum standa fyri framman. At enda mugu vit eisini tryggja, at vit fáa skil á fíggjarstýringini.

Tí mæla vit í Framsókn til at fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum tryggjar, at alt, sum verður sett í gongd, verður fíggjað, og at eitt nú almenni rakstrarvøksturin ikki kann vaksa meira enn eitt vist, t.d. 2-3% (seinastu árini hevur tað verið 6-7%). Ein slík lóg hevði elvt til, at mann varð tvingaður at spara upp í góðum tíðum og brúka í ringum tíðum, soleiðis at búskaparsveiggini ikki vóru ov ógvuslig.

Í Framsókn eru vit til reiðar at taka ábyrgd av at framtíðartryggja okkara vælferð. Tí vóna vit, at vit kunnu líta á tín stuðul hósdagin 08. desember.

Bjarni K. Petersen, valevni fyri Framsókn