Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2022 18:06

Tað skal loysa seg at gera nakað (Løgtingsval 2022)

Mynd: Jørgen Niclasen

Lesarabræv

Tað skal loysa seg arbeiða, stovna fyritøku, vera lesandi ella lærlingur, stovna familju og eisini at fáa børn.

Skatturin skal lækkast, so tað aftur fer at loysa seg betur at arbeiða.

Lóggávan skal verja og fjálga um familjuna. Barnsburðarskipanin skal endurskoðast, so foreldrini sjálvi hava frælsi at skipa barsilin. Barsilsskipanin skal eisini fevna um lesandi og taka serlig atlit til præmatur føðingar og annað. Peningurin til ansing skal fylgja barninum. Barnafrádrátturin skal hækkast.

Lærlingar og lesandi skulu kunna forvinna 85.000 kr skattafrítt.

Vinnan skal hava góðar umstøður. Avgjøld á vinnu skulu lækkast ella takast burtur. Smáar fyritøkur, sjálvstøðugt vinnurekandi og íverksetarar skulu fáa hjálp og vegleiðing í samskiftinum við mynduleikarnar.

Tað fer at loysa seg, um tú velur Fólkaflokkin

Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins