Sjóvar kommuna
Gøtan er søgulig og man vera elsta mannagjørda gøta í Eysturoy. Hon gongur úr Dungansvík niðan í fyrndarbýlingin, Heimi á Bø – har eysturoyingar hildu ting gjøgnum ótaldar øldir. Heilt fram til 1896, tá ið øll sýslutingini (uttan Suðuroyar Ting) blivu niðurløgd. Eftir hesari gøtuni gingu løgmaður, løgrættumenn, sorinskrivari og fúti við fylgi – til Selatrað Ting.
Arbeiðið við at umvæla Tinggøtuna byrjaði í 2018, og við góðum sjálvbodnum kreftum eru umleið tveir triðingar umvældir. Um Bøá hevur í mong ár ligið ein lítil brúgv, sum nú er í vánaligum standi, og tí bóðu vit Olaf Funderud, sum arbeiðir hjá kommununi, gera eina nýggja brúgv. Olaf, sum er útbúgvin húsasmiður, var fegin fyri uppgávuna, sum hann heilhugaður fór undir. Í dag stendur henda vakra og snøgga brúgvin sum eitt prýði um Bøá.
Myndir: Sjóvar kommuna






