Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.01.2025 07:09

Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyggjarvegnum og til Skæling

Landsverk boðar frá í morgun at tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyggjarvegnum og til Skæling.

Tað eru vánalig koyrilíkindir á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er nógv jarðrok í ælunum á Vestmannavegnum, í Vágunum, Sandoynni og um Gøtueiðið-Kambsdal.

Tað er annars hált í støðum um alt landið. Og heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.