Tíðindaskriv
Norska flutningsskipið “Vaagen” mundi í 1888 gingið burtur undir Fugloynni við 150 íslandsmonnum og -kvinnum umborð.
Eitt kent skip í íslandssigling síðst í 1800-talinum var norska skútan “Vaagen”, sum stórkeypmaðurin Otto Wathne átti. Henni sigldu føroyingar javnan við millum Eysturlandið og Føroyar.
Tiltikin er ferðin í 1888, tá “Vaagen” var um at ganga burtur á Skarðsvík í Fugloy. Tað var um eitt hár gjørt, at øll 150 fólkini fingu eina váta grøv.
Í síðstu løtu sá ein gásadalsmaður meitilberg fyri stavn og boðaði frá. Sagt verður, at Óla Jákup á Bakkanum í Norðragøtu skjótt tók kommanduna og stýrdi skipinum ur vandanum.
Jóan Petur uppi í Trøð yrkti eina takkarvísu um hesa hættisligu ferð. Vísan um Vaagen” verður framvegis kvøðin á gólvi.
Hetta og annað kanst tú lesa um í 9. krønikuni hjá Jógvani Arge: Tey fóru til Íslands, ið fæst í bókabúðunum,