Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2025 18:07

Tá Skarven sigldi á Mjóvanes

Mynd: Dimmalætting Amtstidende

Leygardagin 7. mai í 1966 loysti danska verjuskipið Skarven av Havnini og setti kós móti Klaksvík.

Tá ið Skarven varð komin útfyri Mjóvanes, hetta var umleið kl. 14.00 seinnapartin, kom streymurin nakað óvart á skiparin, og bar hetta við sær at Skarven bar við land. 

Hetta var vestanfyri á Mjóvanesi, eini 150 metrar frá landi, og varð stoyturin so mikið harður, at hann kom at standa rimmar fastur á einum skerið.

Boðsent varð eftir verjuskipinum Vædderen, sum tá lá á Tvøroyri. Men áðrenn hann kom á staðið, vóru fleiri skip og bátar úr m.a. Lamba, Gøtu og Leirvík komin til hjálpar.

Eisini ferðamannaskipið Pride var komið, og royndi Pride at toga Skarven av aftur, men trossin, slitnaði í báðum førum hetta varð roynt.

Tá ið so Væddren kom fram, varð aftur roynt at toga Skarven av aftur, men heldur ikki hesuferð eydnaðist.

Seint út á seinnapartin kom eitt óløgi/alda og hálvdi Skarven, soleiðis at hann kom at liggja á liðini. Og stutt eftir hetta loysnaði hann av skerinum og sakk á 20-25 metrar dýpi.

Umborð á Skarven vóru 10 mans. Áðrenn hann sakk hevði Vædderen setti gummibátar út har allir mennirnir komu heilskapaðir í. Fleiri av manningini vóru tiknir upp av føroysku útróðrarbátunum sum lógu tætt við. Og síðani vóru allir mennirnir førdir umborð á Vædderen, har teir síðani, við tyrlu, vóru fluttir til Havnar.

Hóast alt spældi væl av við manningini, so kundi tað enda heilt galið. Skiparin og ein av manningini, sum vóru teir síðstu at fara av skipinum, skolaðu út beint árenn báturin sakk.  

Tað gingu umleið 3-5 minuttir frá tí at óløgið/aldan tók Skarven inntil hann fór til botns.

Í tøkuligar ætlanir vóru um at taka Skarven uppaftur, so skjótt til bar, men hóast tað so gjørdist tað ongantíð til veruleiki.

Skarven kom annars fyrstu ferð til Føroyar í 1955. Tá kom hann saman við hinum donsku verjuskipunum Rolf Krage og Ertholm til Klaksvíkar í samband við uppreisturin í Klaksvík í sambandi við tiltikna Klaksvíksstríðið.

Keldur: 

Søværnet.dk

Dimmalætting Amtstidende for Førøerne

Flådens Historie, Navelhistory.dk

Skarven Mynd: Søværnet