Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.06.2025 22:11

Tá politiskt spæl gerst vandamikið

Lesarabræv

Sambandsflokkurin stendur eftir sum einasti ábyrgdarflokkur

Í hesum døgum hava fimm flokkar lagt eitt tómt skjal fram um eina semju, sum skal taka Føroyar “víðari”. Sannleikin er tó tann, at teir eru á veg út úr ríkisfelagsskapinum. 

Tað, sum lýst verður sum nýggj kós, er í veruleikanum eitt goymt loysingarátak – samansett av útsøgnum uttan innihald, ætlan ella trygdargrundarlagi. 

Eg kann fyri mín part, sum tingkvinna fyri Sambandsflokkin, siga beint út, at hetta er ikki politikkur fyri meg. Hetta er ábyrgdarleysur retorikkur, sum kann fáa álvarsligar fylgjur fyri framtíðina hjá føroyingum.

Hvat siga samríkisfólk til hendan sokallaða fimm-flokka dreymin?

Hvat siga samríkisfólk í Javnaðarflokkinum, Miðflokkinum og Fólkaflokkinum til, at teirra egnu floksleiðslur nú leggja rygg til eina tilgongd, sum í roynd og veru førir okkum út úr ríkisfelagsskapinum? Munnu tey sita við einari óunnuligari kenslu og eru eisini tey troytt av misskiltari nationalismu? Tí hvørja trygd hava vit fyri, at hetta ikki endar við fullum skilnaði – uttan grundarlag, fíggjarliga trygd, verju, uttan rættindi og uttan vón fyri einum haldførum vælferðarsamfelagi? Onga! Tí ætlanin er ikki til! Tað er bert eitt ræðandi ynski um at melda okkum úr Ríkinum. 

Hetta er tann klassiski tjóðveldisretorikkurin, sum nú verður borin fram av tjóðveldissinnaðum úr hinum flokkunum. 

“Vit finna útav tí”

”Latið okkum nú gera tað”

”Tað fer nokk at bera til”

”Alt verður betur” 

Men tað ber ikki til at reka eitt land í blindari trúgv. Vit hava eina ábyrgd! 

Sambandsflokkurin hevur eina ætlan – hini hava ikki

Vit hava longu sett orð á, hvussu ríkisfelagsskapurin kann tillagast samtíðini – eitt nýtt sambandsmodell – har arbeiðast skal fram ímóti, at Føroyar fáa meira rásarúm innan ein tryggan felagsskap við Danmark. 

Okkara mál eru greið, og okkara arbeiði byggir á veruligt grundstøði, ikki symbolpolitikk! Hinvegin hava vit nú eina samgongu við viðspælaranum, sum øll er vorðin samd um at loypa útav trygga pallinum, men tey hava hvørki kort, leiðbeining, fallskíggja ella neyðútgongd. 

Nú ræður um at vakna – serliga samríkisfólk úr hinum flokkunum.

Tit, sum vilja ríkisfelagsskapin, mugu gera tykkum greitt, at tit eru ikki longur umboðaði. 

Sambandsflokkurin stendur einsamallur – men støðufastur

Vit velja ikki at spæla hasard við framtíð okkara. Vit velja at arbeiða, sum mann altíð hevur gjørt í Sambandsflokkinum. Við skynsemi, ábyrgd, og móti eini framtíð, har Føroyar standa sterkar – IKKI einsamallar – men trygt og sjálvstýrandi innan ein nútímans ríkisfelagsskap. 

Vit hava ikki ráð at lata okkum draga inn í eitt spæl, sum vit hvørki hava boð ella bók fyri. 

Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin