Lesarabræv
Summi børn gerast 18 ár bert á pappírinum, men teirra menning samsvarar við eitt 5 ára gamalt. Tá tey gerast 18 ár, broytist verðin, tí tilboð og tænastur detta burtur og hesi børnini detta niður ímillum.
Hendan valgreinin byggir á samrøður við tríggjar mammur at børnum við mentalum menningartarni; børn sum ongantíð gerast vaksin.
Tá børnini eru í fólkaskúla aldur, hava tey skúlatilboð, frítíðarskúla og eru til ymsar venjingar, fysioterapi, ergoterapi, talulæru.
Oftast er tað annað foreldri, sum syrgir fyri at barnið kann fara til venjingar, og tað foreldri er nógv heima, tí barnið kann ikki vera heima einsamalt. Annað foreldri má sættast við at ikki kunna arbeiða fulla tíð og má søkja Almannaverkið um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.
Summi børn eru í fólkaskúlanum til tey eru 18 ár, tí einki annað tilboð er og tí serstovan hóskar til teirra gerandisdag.
Tá tey gerast 18 ár
Vit hava nógv góð tilboð til ung við løttum menningartarnið og ung, sum stríðast við aðrar avbjóðingar. Hesi tilboð eru t.d. Rásin í Saltangará og serbreyt á miðnám.
Børn, hvørs menning er sum eitt 5 ára gamalt, hóska ikki inn í hesi tilboðini, tí menningin ikki er samsvarandi við hini ungu.
Vit hava góð virkistilboð, sum t.d. Stíggjur, og vit hava góðar bústovnar. Tað, sum vit ikki veruliga hava givið okkum far um, er ættarliðsbylgjurnar. Tvs at borgarar á einum bústovni eru umleið sama aldur, og búgva har í 40-60 ár. Tískil er ofta er heldur ikki pláss fyri nýggjum borgarum í virkistilboðunum ella á bústovnum.
Aldursgjógvin hjá menningartarnaðum
Hóast at ein 18 ára gamal, er mentur, sum ein 5 ára gamal, so hevur hesin tørv á at vera saman við sínum líkum, í aldri og menning. Ein 18 ára gamal vil helst ikki flyta inn á bústovn har øll eru +50 ár.
Størri bústovnar
Í frágreiðingini “Í góðum hondum” verður viðmælt, at gera størri bústovnar. Um mann ímyndar sær ein heilt stóran bústovn, sum er deildur í smærri eindir, tá ber til at gera bólkar av búfólkum, sum hóska betur saman í aldur og menning.
Eitt dømi um ein stóran bústovn, er ellis- og røktarheimi í Runavík. Tað eru 70 búpláss, deild í smærri eindir, og hevur tænastur sum venjingarhølið og virkishøli undir sama tak, til teirra, sum ikki eru før at fara út sjálvi.
Í Runavík eru fleiri bústovnar fyri fólk við menningartarni og tey eru partur av býarmyndin. Tey fara í býin at venja, keypa ella at arbeiða á Stíggi 🙂tað er ein fjálg og góð býarmynd.
Ein stórur bústovn ella ein tættur býlingur, kann vera ein góð framtíð fyri teir borgarar, sum hava tørv á slíkum góðum tilboðum til ein góðan gerandisdag.
Stórir bústovnar viðføra kanska, at mann ikki býr í síni heimbygd, men tað er tíbetur skjótt at koyra um allar tær landsføstu oyggjarnar.
Og tá kunnu øll foreldur gleðast til at barn teirra fyllur 18 ár.
Set X við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, Tjóðveldi, listi E
