Mynd: Savnsmynd
Vit hava hugt eitt sindur eftir, hvar harðastu hvirlurnar vóru máldar og hvussu sterkar tær vóru í Eysturoynni. Vit hava brúkt heimasíðuna hjá Landsverk sum keldu.
Á Gjárskarði var harðasta hvirlan máld kl. 05.00, at verða 63.8 m/s. Kl. 05.25 var mált 62.2 m/s og fyrr á kvøldinum kl. 01.05 var mált 60.6 m/s.
Á Gøtueiði var harðasta hvirlan máld kl. 02.15, at verða 52.9 m/s. Eftir tað vóru nakra aðrar hvirlur máldar til at verða 52 m/s og 50,4 m/s.
Á Oyndarfjarðarvegnum var harðasta hvirlan máld kl. 07.10, tá 55.8 m/s var mált. Og kl. 06.50 var mált 55.1 m/s.
Á Kambsdali var harðasta hvirlan máld at verða kl. 05.30, tá mált var 56.4 m/s. Og kl. 02.15 var mált 53.7 m/s og kl. 04.35 og kl. 07.00 var mált 52 m/s.
