Syngið við verður í kvøld 15. juni kl. 19.00 í tí gamla sera hugnaliga og søguliga býlinginum í Norðagøtu við Eyðun Jacobsen við bólki. Terji Vestergaard luttekur eisini við sangi.
Fyriskiparnir upplýsa, at tiltakið er ókeypis, men høvið verður at geva eina gávu til nýggja missiónshúsið, sum nú er komið væl áleiðis; so ein og hvør gáva er kærkomin.
Eisini verður bjóða te, kaffi, saft og kaka.