Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2025 14:00

Svimjisamband Føroya: Ársins 2025

Mynd; Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya

Íðkaranevnd SSF skipaði í vikuskiftinum fyri ársins gallaveitslu á Hotel Norð á Viðareiði, har millum annað ársins heiðrar 2025 vórðu kunngjørdir. Afturvendandi eru ársins svimjarar og ársins stjørnuskot, og afturat teimum høvdu íðkaranevndin skipað fyri eini røð av heiðrum afturat.

Ársins svimjarar og stjørnuskot

  • Ársins svimjari 2025 (K): Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
  • Ársins svimjari 2025 (M): Líggjas Joensen (2008, Ægir)
  • Ársins stjørnuskot 2025 (K): Sissal Rógvadóttir (2010, SuSvim)
  • Ársins stjørnuskot 2025 (M): Óli Mikkelsen (2008, HS) 

Heiðrar afturat

  • Ársins endaspurtur: Líggjas Joensen (2008, Ægir)
  • Ársins come-back: Andrass Thomsen (1980, HS)
  • Ársins hæddarlop: Tórir Olsen (2011, Ægir)
  • Ársins sjálvbodni: H. Rúni Gaardbo
  • Ársins felag: Hellufossur