EB/Streymur
EB/Streymur skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
EB/Streymur og Sverri Mariusarson hava undirskriva ein nýggjan sáttmála.
Ungi rennisterki miðvallarin er uppvaksin í EB/S, har hann hevur umboða fremsta liðið 12 ferðir. Talan er um 11 dystir í Betrideildini og 1 dyst í kappingini um løgmanssteypið. Harafturat hevur Sverri leikt 31 dystir í 1. deild og 19 dystir í 2. deild.
20 ára gamli Sverri hevur umboða Føroyar á ungdómslandsliðum, har tað er blivi til dystir í U15, U17 og U19.
Sáttmálin millum EB/Streym og Sverra er galdandi fyri kappingarárini 2025 og 2026