NSÍ skrivar:
NSÍ hevur í dag skrivað ein eitt ára sáttmála við svenska Adrian Edqvist. 26 ára gamli Adrian kemur sostatt at umboða NSÍ kappingarárið 2026.
Adrian hevur í sínari yrkisleið fyrst og fremst spælt við feløgum í bestu og næstbestu deildini í Svøríki, har hann hevur leikt við feløgum so sum Kalmar, Jonkoping, Gefle IF og nú til seinast Østersunds FK. Adrian var í 2019 útleigaður til Go Ahead Eagles, ið tá leikti í næsbestu deildini í Hollandi.
Hann hevur eisini umboðað Svøríki á fleiri ungdómslandsliðum, har hann tilsamans er skrásettur fyri 26 dystir frá U16 til og við U19.
Adrian er ein leikari, ið kann spæla bæði bakkur og vongur. Samstundis kann hann eisini spæla á báðum síðum, so tað gevur venjaranum fleiri møguleikar at brúka leikaran.
Svenski leikarin er sera skjótur, hevur góðan tekniskan førleika og er óførur at seta press á mótleikaran.
Vit í NSÍ ynskja Adriani hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit frøðast um, at hann kemur at vera partur av besta hópinum hjá okkum her við Løkin.
