Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.09.2023 20:47

Svenski ambassadørurin vitjaði Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna (Mynd)

Runavíkar kommuna

Svenski ambassadørurin í Keypmannahavn, Charlotte Wrangberg, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Svenski konsulin í Føroyum, Bjørn á Heygum, ferðast saman við henni kring landið, og seinrapartin í dag vitjaði sendikvinnan Runavíkar kommunu.

Við í fylginum vóru svensku konslarnir í stóru býunum í Danmørk.

Borgarstjórin tók ímóti og greiddi í býráðssalinum gestunum frá Føroyum og Runavíkar kommunu.

Afturvið fiskasúpan úr Æðuvík og køkum frá Miðberg vóru gestirnar spurnir og ynsktu at fáa meiri at vita um landið og kommununa.

Eftir hálvanannan tíma gekk leiðin til Kirkjubøar, har Jóannes bóndi tekur ímóti fremmandu gestunum.