Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2025 08:26

Svein í Prestgarði við nýggjari útgávu í Salt og Nebo

Hesa tíðina fyri júst 10 árum síðani, kom fyrsta útgávan hjá Sveini út á marknaðin og fekk stórfingna móttøku.

Síðani tá, eru fleiri útgávur latnar úr hondum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Hesaferð er tónleikurin framleiddur í Noregi, ilatin countrydám.

Svein hevur verið sera virkin í Noregi seinnu árini við tónleiki og boðskapi.
Heitið á hesi nýggju útgávuni er…Í gjár í dag, ja alla tí, ið minnir okkum á.

Hóast skiftandi umstøður á ferðin,i so er Harrin hin sami!

Svein í Prestgarði hevur við sær Rakel S. Bærendsen og Oliviu Tausen.

Tónleikabólkurin er mannaður við Bernhard Petersen á odda.

Vit vóna, at hetta kann gerast ríkar og uppbyggjandi løtur fyri øll – har høvi verður at ogna sær fløgu og geyma.

Fyrireikarar bjóða hjartaliga vælkomin, Ókeypis!

Í Salt leygarkvøldið 11. oktober og í Nebo á Toftum sunnukvøldið 12. oktober – Kl 20.00 bæði kvøldini.