Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.07.2025 14:27

Svar upp skrivaligan fyrispurning um kommunuvalið í Runavíkar kommunu

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-118/2024 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um kommunuvalið í Runavíkar kommunu í 2024

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hevur landsstýrismaðurin hoyrt frá løgregluni um kanningararbeiðið í sambandi við møguligt óreglusemi viðvíkjandi kommunuvalinum á valstaðnum í Oyndarfirði í Runavíkar kommunu.

2. Hevur tað verið samskift ímillum landsstýrismannin og løgregluna um málið.

Svar upp á spurning 1. 
Eg havi í svari upp á munnligan fyrispurning, tann 9. apríl 2025, svarað Løgtinginum, at Løgmálaráðið ikki fór at viðgera málið um kommunuvalið 2024 í Runavíkar kommunu, fyrr enn løgreglan var liðugt við sítt kanningararbeiðið.  

Klaga varð um málið til Løgtingsins umboðsmann, sum tann 23. apríl 2025 sendi Løgmálaráðnum sína niðurstøðu, har Løgtingsins umboðsmaður mælti Løgmálaráðnum til at taka fyrisitingarliga partin av málinum upp til nýggja viðgerð.  

Løgmálaráðið tók niðurstøðuna til eftirtektar og hevur tikið fyrisitingarliga partin av málinum upp til nýggja viðgerð. Fyrisitingarligi parturin av málinum er undir viðger í løtuni.  

Eg havi ikki hoyrt nakað frá løgregluni um kanningararbeiðið hjá løgregluni.   

Svar upp á spurning 2. 
Í sambandi við at Løgtingsins umboðsmaður bað Løgmálaráðið taka fyrisitingarliga partin av málinum upp til nýggja viðgerð, spurdi Løgmálaráðið løgregluna um status í revsirættarliga partinum av málinum. Løgreglan upplýsti fyri Løgmálaráðnum, at málið var sent til tekniska kanning í Danmark, og at ongin niðurstøða var gjørd í málinum.

Løgmálaráðið, tann 3. juli 2025 
Bjarni K. Petersen 
landsstýrismaður