Lesarabræv
Enn eitt klípi til “kjakið” um, at tey ungu lesandi flyta av landinum.
Ikki vardi tað meg, at mítt íkast um narrativið Flyta tey ungu lesandi av landinum? fór at fáa so stórt uppmerksemi og hava so umfatandi kjak við sær, serliga á sosialu miðlunum. Og tað er at fegnast um, tí tað er áhaldandi neyðugt at viðgera hetta álvarsmál, so missurin av føroyingum við hægri útbúgvingum ikki verður ov stórur (brain-drain).
Áðrenn eg fari at gera viðmerkingar til aftursvarið frá KVF til mína fyrru grein, vil eg siga, at tað hevur verið áhugavert at lisið greinarnar hjá Hagstovuni um búfesti, sum KVF varpaði ljós á í D&V í kvøld. Tað áhugaverda er, at hesi tølini líkjast hagtølunum hjá Studna um, hvussu mong koma heimaftur eftir loknan lestur uttanlands. Hagtølini eru gjørd við støði í ferðastuðulsumsøknum samanhildið við tøl frá Landsfólkayvirlitinum. Tølini síggjast her:
Endamálið við hesi grein er tó at gera nakrar viðmerkingar til aftursvarið frá KVF um tølini hjá Studna og talið frá KVF, sum tey hava frá Hagstovu Føroya.
Lat meg líka stutt siga, at eg havi arbeitt á Studna í 18 ár og hevði m.a. ábyrgd av hagtølunum, og vórðu tey tá nógv nýtt í almenna rúminum, m.a. fyri at fylgja við, hvar og hvat føroyingar lósu við støði í teimum ymisku stuðulsmøguleikunum. Sami leistur varð nýttur ár undan ári, so at tølini kundu samanberast. Støði varð tikið í donskum útbúgvingarlyklum, sum vit fingu frá Danmarks Statistik. Tað eru 7½ ár, síðani eg fór úr starvi á Studna, so eg kenni ikki stovnin í dag, men talvan, sum eg vísti til í greinini, er gjørd á sama hátt sum tá, er alment kunngjørd og liggur á heimasíðuni hjá Studna. Her er sami leistur nýttur yvir eitt longri tíðarskeið, tí metti og meti eg, at tølini eins væl og áður kunnu nýtast í dag sum ein ábending um, hvussu nógvir føroyingar lesa uttanlands. Tey vísa í øllum førum, at talið av stuðulsmóttakarum á hægri útbúgvingum uttanlands er munandi lækkað yvir eitt longri tíðarskeið, tá tað við rættiligari stórari vissu má sigast at vera ein greiður samanhangur millum tal av stuðulsmóttakarum og hægri lesandi.
Í greinini legði eg dent á og nevndi fleiri ferðir, at uppgerðin hjá Studna, ið eg vísti til, var viðvíkjandi teimum, sum lesa hægri lestur í Føroyum og uttanlands. Víst verður enn einaferð til viðmerkingina undir talvuni.
Í svari frá Kvf til grein mína verður sagt, at:
“Sambært nýggjum dátum hjá Hagstovuni var talið av føroyskum lesandi í Danmark 1865 skúlaárið 2022/2023. Altso er veruliga talið av lesandi meira enn tvífalt so høgt sum talið av teimum, sum sambært Studna hava fingið ferðastuðul.”
Einki verður tó sagt um, hvørji hetta eina talið fevnir um, og av tí at einans eitt tal verður framsett, ber ikki til at siga nakað um eina gongd ella eitt rák. Men á sosialu miðlunum havi eg sæð eina soljóðandi allýsing av talinum frá Hagstovuni:
….øll tey, sum hava føroyskt bústaðartilknýti í øllum aldri, ikki búsitandi í Føroyum og eru skrásett at vera undir førleikagevandi útbúgving í Danmark tann 31. desember í 2022…… førleikagevandi útbúgving fevnir um yrkisútbúgving, miðallanga framhaldsútbúgving, stutta framhaldsútbúgving, bachelor ella samsvarandi stig, master ella samsvarandi og Ph.D. ella samsvarandi stig…..og…teir lærlingar, sum tann 31. desember 2022 høvdu lærupláss í Føroyum og vóru innskrivaðir á donskum skúla, men skrásettir at búgva í Føroyum hendan datoin, eru ikki við í uppgerðini. Teir lærlingar, sum tann 31. desember 2022 høvdu lærupláss í Føroyum og vóru innskrivaðir á donskum skúla, men skrásettir at búgva uttanlands hendan datoin.
Hugsi, tað er ringt at samanbera tøl, sum hava so ymisk útgangsstøði. Tølini, eg vísi til fevna einans um tey, sum eru farin undir hægri lestur, meðan allýsingin hjá Hagstovuni er breiðari, og tí er ilt at siga, at annað er rættari enn hitt. Tað tykist mær tó løgið, at eitt stórt tal av føroyingum, sum lesa í Danmark (fleiri hundrað – eitt tal millum 793 og 1865) ikki søkja um ferðastuðulin frá Studna, sum tey hava rætt til?
Eg eri ikki hagfrøðingur og havi ikki førleikar at framseta niðurstøður við hagfrøðiligari vissu, men meti tó, við tí eg her havi ført fram, at tølini hjá Studna vísa eina týðiliga gongd, har tað í dag eru fleiri, sum velja at lesa hægri lestur í Føroyum heldur enn uttanlands. Niðurgongdin í ferðastuðlinum er jøvn, bæði hjá teimum, sum lesa í Danmark og teimum, sum eru í ÚSUN-skipanini – rákið er púra greitt.
Eg veit heldur ikki, um Hagstovan liggur inni við tølum, sum vísa eina aðra gongd, men hugsi, attað, við støði í hesum eina talinum frá Hagstovuni, illa ber til at tosa um eitt rák, har alt fleiri ungfólk fara av landinum í lestrarørindum, sum víst verður á í greinini hjá KVF.
Heldur ikki dugi eg at síggja, at tað er eitt slíkt rák, Hagstovan viðger í greinini frá 7. mars 2024 um, at Fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum, ið KVF eisini vísir til í aftursvarinum til mín.
Eg eri púra samdur við KVF í, at hetta er eitt álvarsmál, og tað er gott, at ljós afturvendandi verður varpað á hetta týdningarmikla evni, og tøkk fái tey fyri tað.
Áhugavert verður at síggja sendingarnar, sum KVF fer at vísa komandi hóskvøldini.
Terji á Lakjuni
Lestrarvegleiðari á Kambsdali
Deil á Facebook