Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Svar til fyrispurning 52-050/2022 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um sildafiskiskap
Spurningar:
1.Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv er eftir av føroysku sildakvotuni?
2.Hevur landsstýrismaðurin roynt at fáa betri sømdir við Ísland, soleiðis at føroysku skipini sleppa at sildini, sum svimur hinumegin 50 fjórðingsmarkið?
Svar:
Til nr. 1.
Vørn hevur upplýst, at tað, sum er eftir av føroysku sildakvotuni á 116.289 tons, eru 70.386,4tons.Tað, sum er fiskað í ymsu økjunum, sæst í talvuni niðanfyri
Altjóða øki Føroyskt øki Íslendskt øki Tilsamans
Norðhavssild 16.138,6 9.597,0 20.167,0 45.902,6
Til nr. 2.
Sambært semju millum Føroyar og Ísland viðvíkjandi fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski er avtalað, at londini kunnu fiska alla teirra ásettu kvotu hjá hvørjum øðrum.Í íslendsku kunngerðini, sum skipar føroyska fiskiskapin eftir norðhavssild í íslendskum sjógvi,er ásett, at føroysk skip ikki kunnu fiska á eini leið sunnan fyri 67°00,00 ́N, sum er lýst við 9 koordinatum. Henda ella líknandi áseting hevur verið galdandi í fleiri ár.Grundgevingin fyri hesi avmarking er, at á allýstu leiðini eru bæði norðhavssild og summargýtandi sild. Føroyar hava ikki kvotu frá Íslandi av summargýtandi sild. Tí verður ikki loyvt føroyskum skipum at fiska á hesi leiðini.
Málið um hesa avmarking varðseinast umrøtt á fundi millum landsstýrismannin og íslendska fiskimálaráðharran undir samráðingunum í november 2020 um sínámillum fiskiskap í 2021. Ísland játtaði at kanna møguleikarnar fyri at endurskoða serligu ásetingarnar, sum avmarka, hvar føroysk skip kunnu fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi.Á sumri 2021 fekk Fiskimálaráðið frágreiðing frá íslendsku myndugleikunum, har greitt var frá teimum kanningum, sum íslendska havstovan hevði gjørt av sýnum, ið vóru tikin frá fiskiskapinum eftir norðhavssild í íslendskum sjógvi. Niðurstøðan var, at Ísland ikki metti, at tað var grundarlag fyri at gera broytingar í verandi ásetingum. Hetta var grundað á, at tað er stór íblanding av summargýtandi sild á leiðini, har føroysk skip ikki hava loyvi at fiska.Í heyst fara tingingar aftur at verða millum Føroyar og Ísland um fiskiskap um m.a. norðhavssild, har høvi verður at taka málið upp til umrøðu av nýggjum.
Árni Skaale, landsstýrismaður
Deil á Facebook