Norðurlandahúsið
Hvør er tín supermegi? Børn fáa eina rúgvu av upplivingum, tá ið Bókadagar enda við einum heilum degi fullum av bókmentatiltøkum fyri børn og barnafamiljur. Sunnudagin 16. novembur er millum annað ein superhetju-verkstova kl. 14.
Upplestur, verkstovur, søguleikhús og dansur. Bókadagar enda 16. novembur við einari rúgvu av tiltøkum fyri børn og barnafamiljur – øll við bókmentum sum snúningsdepli.
Eitt av tiltøkunum er Superhetju-verkstovan kl. 14, har børn kunnu kanna teirra egnu supermegir. Saman við íslendska rithøvundanum og myndprýðaranum Bergrún Íris, sum er kend fyri Langelstur-bøkurnar, fáa luttakararnir møguleikan at skapa teirra heilt egnu superhetju við orðum og myndum. Verkstovan sameinir tekning og frásøgn og gevur hugflognum fríar teymar. Avmarkað pláss er til verkstovuna, so komið í góðari tíð, um tit vilja tryggja tykkum pláss.
Umframt superhetju-heimin verður eisini søguleikhús hvønn tíma, har barnabókmentir hitta palllist, ein lurtistova við upplestri úr barnabókini Í Geyma og framløgur av nýggjum barnabókum, ið snúgva seg um alt frá skordýraheiminum og havsins dýpi til føroyska bókstavaraðið og søgur um vinabond. Dagurin endar við grønlendskari dansiframførslu.
Øll skráin sæst á heimasíðuni www.nlh.fo
