Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2025 21:02

Súni Olsen nýggjur høvuðsungdómsvenjari

Mynd: ÍF

ÍF skrivar:

Á ársveitsluni í gjár bleiv kunngjørt, at nýggjur høvuðsungdómsvenjari var settur. Nýggi maðurin við róðrið komandi tvey árini verður Súni Olsen.

Súni, sum tey flestu kenna, er 44 ára gamal, kemur úr Gøtu, og hevur drúgvar royndir innan fótbóltsheimin – bæði sum leikari og sum venjari!

Vit eru sera fegin um at hava fingið Súna Olsen inn til Fuglafjarðar og síggja fram til at samstarva við hann.

Vit nýta samstundis høvi at takka fráfarandi høvuðsungdómsvenjara, Jóan Paula Jacobsen, fyri tíðina. Takk fyri títt íkast til felagið hesi 8 árini.

Spjaldur