EB/Streymur
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Skálavíkingin, Suna Petersen. Hann kemur til okkara úr barnadómsfelagnum B71.
Suni er einans 18 ára gamal og er ein sera spennandi leikari. Hann kann røkja offensivu plássini á vøllinum. Eisini hevur hann spælt bakkur onkrar dystir.
Suni er beiggi Pætur Petersen, sum leikti við okkum kappingarárini 2017 og 2018.
Suni hevur leikt á føroyska U15, U17 og U19 landsliðnum.
Avtalan er galdandi fyri 2024 og 2025.