Sunda kommuna
Komandi vikuskiftið verður ársins Sundalagsstevna hildin í Hósvík.
Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini hóskvøldið 15. juni. Postarenning, andlitsmáling, liðkapping og góður matur verður at fáa.
Fríggjakvøldið kl 19.00 heldur Rógvi Nybo setanarrøðuna. Eftir tað verður diskotek fyri børn.
FM-kappróðurin verður leygardagin kl. 15.00 og sama dag er ymiskt annað fyri børn og vaksin, bæði á havnalagnum og heimi í bygdini.
Sunda kommuna takkar fyrireikarunum, Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdarfelagnum Varðanum fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eitt hugnaligt vikuskifti.
Skráin fyri stevnuna sæst her