Í nógv ár hevur Sunda sløkkilið havt tørv á betur hølisumstøðum. Verandi hølir hava als ikki verið nøktandi, og tað ger Sunda kommuna í løtuni nakað við.
Fyri kortum varð ein nýggj hædd reist oman á verandi bygning, og í vikuni varð ein útbygningur reistur suður úr verandi bygningi. Tað er lokala fyritøkan HPH Smíð, ið stendur fyri arbeiðinum at byggja nýggju hæddina og útbygningin.
Arbeiðsfólk í sløkkiliðnum hava staðið fyri niðurtøku inni í verandi bygningi. Við nýggju hølisumstøðunum, ið væntandi standa lidnar seinni í ár, fær Sunda sløkkilið munandi betur hølisumstøður at virka og støðast í.
Myndir: Eysturoyarportalurin









