Sunda kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Nú nærkast, at vøllurin við Margáir verður tikin av. Í hesum sambandi er møguligt at fáa ókeypis graslíki av gamla vøllinum.
Kunning:
– Tit bera kostnaðin fyri flutning
– Graslíkið er tungt
– Graslíkið skal heintast týsdagin 10. juni, eftir avtalu við vallarvørin á telefon 297267
Vøllurin verður skorin í fyrisett mát, sum fólk síðani kunnu tillaga. Hevur hetta tín áhuga, so send ein teldupost til sunda@sunda.fo og upplýs, hvussu nógvar m2 tú ynskir.