Ruddingardagur og Útivika er í Sunda kommunu frá leygardegnum 17. mai – leygardagin 24. mai.
Í vikuskiftinum verður faldari borin út í hvørt hús, har tit síggja skrá fyri ruddingardagin og útivikuna.
Faldarin kann eisini síggjast við at klikkja á her
Endamálið við ruddingardegnum og útivikuni er at taka upp órudd sum liggur runt um í kommununi samstundis sum vit eru saman, hugbundin og virkin.
Vónandi møta tit fjølment til ruddingardagin 17. mai. og útivikuna 18. – 24. mai.



