Sunda Kommuna
Á býráðsfundi í gjár 27. mai 2024 samtykti býráðið einmælt roknskapin fyri 2023.
Sunda kommuna er væl nøgd við roknskapin fyri 2023, har samlaðu inntøkurnar vóru 106,5 mió.kr. ella smáar 6 mió.kr. meira enn árið fyri. Raksturin hjá kommununi kom upp í 81,3 mió.kr., sum er ein rakstrarvøkstur á 4% í mun til 2022.
Í fjør setti býráðið sær fyri at fara undir stórar løgur í m.a. útstykking á Oyrarbakka og nýggja brúgv um Stórá millum Hvalvík og Streymnes. Meðan arbeiðið við útstykkingini byrjaði í fjør heyst gott hálvt ár eftir upprunaliga ætlað, verður brúgvin um Stórá gjørd í ár, og tí vóru løgurnar munandi minni enn upprunaliga ætlað. Sunda kommuna gjørdi løgur fyri 17,3 mió.kr. í 2023.
Við eini inntøku á 106,5 mió.kr., einum rakstri á 81,3 mió.kr. og løgum fyri 17,3 mió.kr. hevði Sunda kommuna eitt avlop á 7,8 mió.kr. í 2023, sum hevur lækkað nettuskuldina tilsvarandi.
Samlaða nettoskuldin er minkað við 30 mió.kr. hesa býráðssetuna, úr 51,8 mió.kr. niður í 22,0 mió.kr. Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga og er skuldin í dag einans 0,2 álíkningar, og av tí sama samtykti býráðið í november at lækka skattaprosentið úr 21,5% niður í 20,95%.
Deil á Facebook