Jóannes Prestá,fíggjar- og fyrisitingarleiðari, Jógvan Kruse, borgarstjóri, Hans Esbern Heinesen úr Tjørnuvík, Lillian Jacobsen, tekniskur leiðari og Hildur Durhuus, trivnaðarsamskipari.
Mynd: sunda.fo
Ferðavinnan hevur tilnevnt Tjørnuvíkarleiðina hjá Sunda kommunu at vera ársins nýbrot, og Hans Esbern Heinesen úr Tjørnuvík at vera ársins eldsál.
Ferðavinnan var í gjár savnað á Ferðavinnustevnu á Hilton Garden Inn. Dagurin byrjaði við fakligum fyrilestrum um samskifti, menning av ferðamálum, burðardygd og starvsfólkaleiðslu og endaði við veitsluborðhaldi, har tey heiðraðu Ársins ferðavinnufólk, Ársins nýbrot og Ársins eldsál.
Heili tveir av hesum heiðrinum vóru givnir okkum í Sundalagnum. Sunda kommuna fekk heiðurin ársins nýbrot fyri royndarverkætlanina at skipa ferðsluna til og í Tjørnuvík, og Hans Esbern Heinesen fekk heiðurin ársins eldsál fyri sín framsókna hugburð og brennandi hug at geva ferðafólkunum, ið vitja í Tjørnuvík, eina góða uppliving.
Ársins nýbrot
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.
Tjørnuvíkarleiðin hjá Sunda Kommunu fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:
– Tey hava á nýhugsandi hátt havt dirvi og viljan til at verið ein ’game-changer’ í føroysku ferðavinnuni. Á fyrimyndarligan hátt hava tey í tøttum samskifti við allar partar, og ikki minst bygdarfólkið, vent staðbundu avbjóðingina til eina staðbundna loysn, sum onnur øki kunnu fáa íblástur frá. Úrslitið er ein betri og tryggari farleið – ferðafólki og bygdafólki at frama.
Ársins eldsál
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.
Hans Esbern Heinesen úr Tjørnuvík var við hesum orðum valdur Ársins eldsál:
– Hann er ein av teimum fáu røddunum, sum á heilt ektaðan hátt og við støði í sær sjálvum kann greiða ferðafólki frá staðbundnum søgum og føroyskum siðaarvi. Hann er ein sannur mentanarberi og ein eldsál, sum spjaðir hugna, áhuga og gott lag. Hann leggur grundvøllin til trivnað og fær fólk flest at kenna seg vælkomin. Hann syngur so tað ljómar í høllum, og hann er sum ein livandi kunningarstova. Hann er søgufróður og stendur fyri veruligum vertsskapi í einari av Føroya vakrastu bygdum.
Í dómsnevndini sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri Kunningarstovurnar.
Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni.
Deil á Facebook