Sunda kommuna
Sunda kommuna hevur á býráðsfundi tann 27. novembur 2023, samtykt reglugerð fyri flogfenað. Endamálið við reglugerðini er at tryggja, at flogfenaðhaldið ikki elvir til ampa fyri grannar og onnur.
Umhvørvisstovan góðkendi reglugerðina tann 13. oktobur 2023.
Reglugerðin kemur í gildi hjá Sunda kommunu tann 01.01.2024.
Reglugerðin kann lesast her.
Reglugerðin verður sett í gildi við heimild í §§ 23, 26 og 32 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur við seinni broytingum.
Um borgarar hava spurningar ella ivamál, so kunnu teir venda sær til kommunuskrivstovuna hjá Sunda kommunu.
Deil á Facebook