Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2022 08:00

Sunda kommuna bjóðar vinnuni til morgundrekka

Mynd: Sunda.fo

Týsmorgunin 6. september kl. 09.00 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.

Á skrá til fundin:

  • Esther Dahl, forkvinna í vinnu- og umhvørvisnevndini bjóðar vælkomin
  • Frágreiðing um skipan av vinnuøkjum
  • Frágreiðing um skipan av bingjuplássi
  • Prát…

Ætlanin er at hesin morgunfundurin millum kommununa og vinnuna, skal verða afturvendandi, so tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát. Gott hevði verið um tú/tit boða frá á lillian@sunda.fo í seinasta lagi mánadagin 5. september kl. 12.

Fyri at fáa pláss fyri so nógvum vinnufeløgum sum gjørligt, hava vit avmarkað luttøkuna til í mesta lagi tvey fólk frá hvørjari fyritøku.