Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2024 16:33

Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Hósmorgunin 16. Mai kl. 09.00 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.

Á skrá til hendan fundin er:

Hvussu eru sjálvstøðug vinnurekandi stillaði í mun til:

  • Barsilsskipan 
  • Als
  • Almannaverkið

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát. Gott hevði verið um tú/tit boða frá á susanna@sunda.fo í seinasta lagi mánadagin 13. mai

Fyri at fáa pláss fyri so nógvum vinnufeløgum sum gjørligt, hava vit avmarkað luttøkuna til í mesta lagi tvey fólk frá hvørjari fyritøku. 

Spjaldur