TROY – triathlon- og súkklufelag
Í kvøld, 03. sept., kl. 18.00 er FM í einkultstarti.
Teinurin, ið súkklast skal, er: Strandamáling – Effo í Skálafirði – Strandamáling
Tað eru ca. 20 súkklarar sum fara at kappast, og tað tekur umleið ein tíma frá tí tann fyrsti fer avstað kl. 18, til tann seinasti kemur á mál.
Í hesum tíðarskeiðnum fara vit at heita á øll um at vísa varsemi og taka hædd fyri súkklarunum.
Fólk standa við fleiri av vegamótunum eftir fjørðinum meðan súkklað verður.
Vit heita sjálvandi eisini á øll um at koma út á vegin at stuðla og heppa.
Heiðursmerkir verða handað úti á Strandamáling eftir kappingin.