Mynd:Grímur Sundstein
Javnaðarflokkurin hevur hildið nógvan gang nýliga um teirra ætlan at stytta arbeiðsvikuna niður úr 40 niður í 37 tímar.
Spurningurin er so, um Javnaðarflokkurin ikki veit, at føroyska arbeiðsvikan longu er uml. 37 timar…. ella um teir vita tað og vilja blaka torvmold í eyguni á veljarunum við hesum glantrileiki.
Onkur kammaratur í sokalllaða arbeiðaraflokkinum, við so tøttum samskifti við fakfeløg mátti kunnu sagt sínum politisku fylgisveinum á Løgtingi, at okkara tímaløn nú við matsteðgum er effinett lika long ella stutt sum hin danska, nevniliga 37 tímar pluss ella minus nakrar minuttir.
Tað mátti verið frægari evni í Føroya (næst)størsta flokki enn at billa løntakarum inn, at vikutímatalið skal niður á danskt støði.
Men ‘går den, så går den’…inntil Føroya Arbeiðsgevafelagið rættar Aksel og konsortium um 37 tíma vikuna, flóvisligt!. Føroyskir løntakarar arbeiða longu 37 tímar (punktum).
Men kanska er endamálið hjá sosialistunum at tøla atkvøður við at lova stytri arbeiðsviku við følskum argumentum.
Um endamálið er at máa støðið undan arbeiðsmoralinum í einum landi, hygg so bara at USA.
‘Bláir’ (sosialistiskt stýrdir) statir (California fúlast) undir koronu oystu starvsfólk undir í læntum almennum pengum, so tað loysti seg nógv betur at liva av sosialhjálp enn av arbeiði.
Teir misbrúktu harraboð um avbyrging og koyrdu túsundtals smærri virki, handlar, matstovur og familjufyritøkur á heysin við vanlukku fylgjum fyri bæði eigararnar og teirra familjur.
Tann trupulleikin heldur fram, og talið á fólki til arbeiðis er minkað við miljónum av fólkum. Luttøkan á arbeiðsmarknaðinum nærkast 60% undir Biden, meðan føroyska luttøkan til samanberingar er 90% av øllum fólki 18-67 ára aldur.
Harafturat arbeiða 53% av føroyskum pensjonistum millum 67 og 75 ára aldur.
Fólkaflokkurin ætlar at økja hetta talið við at hækka loyvdu inntøku áðrenn skatt oman á pensjónina, um vit koma í landstýrið.
Annað dømi um undirgraving er í t.d. Italia, har vinstravendar stjórnir hava forkelað fólk í áratíggju, og bera italienar nú orð fyri at vera tað fólkaslag í Evropa, sum ‘skulkar’ mest frá arbeiði.
Hvat hugsar Javnaðarflokkurin fyri sær, at Føroyar skulu hava enn stytri arbeiðsviku við 1% arbeiðsloysi?
Um vit stytta arbeiðsvikuna við 7,5%, noyðast vit at innflyta enn fleiri útlendsk arbeiðsfólk úr 3-heims londum.
Álvara tos, Aksel. Spegla tær heldur í Fólkaflokkinum, sum mælir fólki til at arbeiða harðari og longur við at lækka eitt nú skattafría botnmarkið ella skattatrýstið, so tað loysir seg betur at arbeiða enn nú.
Tað er vánaligur og árbygdarleysur fíggjarpolitikkur at bjóða fólki meiri í løn ella sosialum veitingum við aðrari hondini og so at stjala somu pengar aftur í skatti og avgjøldum við hinari.
Nei, so heldur
X við Fólkaflokkin.
Grímur Sundstein
Deil á Facebook