Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.05.2025 08:18

Styrkt norðurlendskt samstarv um útbúgving og vitlíki

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum hevur hitt norðurlendsku starvsfelagarnar á fundi í Helsingfors í Finnlandi.
 
Tað vóru tvey høvuðsevni á fundinum. Fyrra evnið hevði samband við fólkaskúlan, har ráðharrarnir umrøddu, hvørji politisk átøk, londini arbeiddu við á útbúgvingarøkinum, fyri at venda gongdini, sum hevur verið seinastu árini við lakari úrslitum í læringini. Seinasta PISA kanningin frá 2022 vísti niðurgongd í úrslitunum í øllum Norðurlondum. Korona er uttan iva ein av orsøkunum hetta árið, men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi. Fleiri næmingar mistrívast, og talið á teimum, sum ikki koma í skúla, økist. Í fleiri Norðurlondum verður arbeitt við at styrkja leiklutin hjá lærarunum í flokshølunum, so tað verður friðarligari at undirvísa, og at fartelefonin ikki verður nýtt í skúlanum. Arbeitt verður við nýggjum námsætlanum, sum eru einfaldari við færri førleikamálum, og sum serliga leggja seg eftir at tryggja grundleggjandi førleikar sum at lesa, rokna og skriva. Í nøkrum Norðurlondum er trupult at fáa sett starvsfólk við læraraútbúgving at undirvísa næmingunum, tí at ungfólk ynskja ikki at verða lærarar. Ein felags norðurlendskur bólkur verður nú settur at gera eina djúptøkna kanning av hesum viðurskiftunum og at gera tilmælum um, hvat kann gerast.
 
Seinna evnið á fundinum var vitlíki innan hægri útbúgvingar og gransking. Fyrst var ein framløga við Petri Myllymäki, professara, sum greiddi frá altjóða kappingini innan hesa tøkni, har hann helt, at Norðurlond áttu at samstarva meira. Tað eru teir stóru amerikansku tøknirisarnir OpenAI og MicroSoft v.fl., sum dystast fyri at vinna kappingina við generisku málmyndlarnar.  Men sambært professaranum er tað ikki innan hetta økið, at tey heilt stóru framstigini innan vitlíki fara at verða gjørd. Fortreytirnar í Norðurlondum eru góðar fyri at verða við í granskingini innan økið, har vitlíkistøknin veruliga kann gera mun; eitt nú innan heilsuøkið. Norðurlond eru øll vælskipað við tryggari goymslu av dátum, sum kann verða gagnnýtt í nýskapanini. Felags norðurlendsk átøk eru longu í gongd, men hesi kunnu styrkjast enn meira.
 
Áðrenn fundin vitjaðu ráðharrarnir á fólkaskúlanum Norsen í Helsingfors. Talan er um ein svenskmæltan skúla, sum hevur omanfyri 800 næmingar. Skúlin er serliga kendur fyri, at næmingarnir lesa nógv. Bókasavnið er hjartað í skúlanum, og skúlin skipar fyri nógvum tiltøkum, sum eggja til lesing. Næmingar úr ymsum flokkum eru við í eini lesinevnd, sum hevur sum uppgávu at fremja lesing millum næmingar. Triðja hvørt ár verður skipað fyri stórslignari bókmentaráðstevnu á skúlanum. Djóni Nolsøe Joensen sigur, at tað var hugtakandi at síggja eldhugan, sum hesir næmingarnir vístu fyri lesing.