Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2025 08:49

Stýrið í Varandi Vinnu skipað seg

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Anna Kalsø nýggj forkvinna og Bjartur Vestergaard Hjaltalin er næstformaður.

Nýggja stýrið í Varandi Vinnu hevur nú skipað seg og er klárt at fara til verka. Varandi Vinna er ein týðandi samstarvspallur fyri fyritøkur, sum raðfesta burðardygd og vilja arbeiða við at menna góðar karmar til at reka burðardygga vinnu í Føroyum.

Fyrsta árið hjá netverkinum hevur staðfest, at stórur tørvur er á samstarvi, vitanardeiling og praktiskum amboðum, sum gera tað lættari hjá fyritøkum at arbeiða við burðardygd á ein munadyggan hátt.

Í dag eru 33 fyritøkur í netverkinum, sum er skipað í tveimum sporum. 

Í nývalda stýrinum sita:

  • Anna Kalsø, J&K Petersen Contractors
  • Bjartur Vestergaard Hjaltalin, Búsetur
  • Ingunn Eiriksdóttir, Betri Trygging
  • Jón H. Atlason, Hiddenfjord
  • Mouritz Mohr, MEST
  • Niels Winther, Vinnuhúsið
  • Ulla Joensen, Elektron

Eru tit áhugað í at gerast limir? Les meira um netverkið og melda til her.