Havstovan
Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar.
Mest varð fingið av hýsu (Mynd 1), og var meginparturin av hýsuni millum 40 og 50 cm (Mynd 2). Nøgdin av toski er á sama støði sum síðstu árini (Mynd 1), og tó varð nakað meira fingið av smærra toskinum í mun til síðstu árini (Mynd 2).



Mynd 2: Hýsa (grønt) og toskur (blátt) . Longdarbýti á Føroyabanka á vári í 2026.
Bæði toskur og hýsa eru rakari enn tey hava verið síðstu árini (Mynd 3), og var heldur lítið av føði í magakanningunum. Hetta gevur ábendingar um, at tað er minni av føði hjá fiskinum á Bankanum í løtuni.

Av tí at so fáar støðir vórðu tiknar, eru úrslitini frá túrinum í ár nakað óviss. Tó bleiv alt gýtingarøkið hjá toski kannað, og tí eru úrslitini fyri tosk meira eftirfarandi enn fyri t.d. hýsu. Hetta kemst av, at toskur er savnaður á grynsta partinum av Bankanum um várið, meðan hýsan er meira spjadd um Bankan.
Túrfrágreiðingin kann lesast her.
