Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2025 18:39

Stuðulstiltøk í Føroyum varpa ljós á kristin armensk flóttafólk

Mission10forty

Í november mánaða koma fyrrverandi forsætisráðharri í Nagorno-Karabakh, Artak Beglaryan, og pianisturin Irina Hayrapetyan til Føroya. 

Tá verður høvi hjá almenninginum í Føroyum at hoyra klassiskan tónleik og persónligar søgar um lívið hjá armenskum kristnum flóttafólkum.

Í september 2023 rak Aserbadjan 120.000 kristnar armenar burtur úr Nagorno-Karabakh til Armenia. Fleiri av hesum armenum eru nú í einari sera truplari støðu, uttan bústað og arbeiði sum flóttar.

Nú verður so skipað fyri hesum tiltaki í Føroyum, har fólk hava møguleika at stuðla neyðhjálpararbeiðnum, ið fer til mat, vetrarhjálp, lívsgrundarlag og og sálarliga hjálp.

Tað er danski hjálparfelagsskapurin Mission10forty, ið skipar fyri tiltakinum. Leiðarin í Mission10Forty, Kim Hartzner, verður eisini við til tiltøkini í Føroyum.

Eisini luttekur føroyski fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale, sum í mars mánaði skipaði fyri ráðstevnu á Christiansborg um trygdarstøðuna hjá Armenia og støðuna við Nagorno-Karabakh.

Artak Beglaryan, sum sjálvur hevur upplivað ræðuleikarnar í sambandi við ófriðin í heimlandi sínum, sigur soleiðis:

– Vit mistu heim, kirkjur og hvíldarstøð hjá forfedrum okkara – men vit mistu ikki vónina. Tykkara stuðul kann hjálpa familjum at endurbyggja lív teirra, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin, sum fer at greiða frá egnum upplivingum í stríðnum í Armenia. 

Tiltøkini verða í døgunum 14.–16. november. 

Skrá:

Fríggjadag 14. november klokkan 19.30 — Varpið, Klaksvík

Leygardag 15. november klokkan 19.30— Lívdin, Tórshavn

Sunnudag 16. november klokkan 15.00 — Løkshøll, Runavík

Til miðlarnar:

Artak Beglaryan verður tøkur til samrøður við miðlar undir vitjanini.

Til ber at lesa meira um støðuna hjá kristnum armenskum flóttum úr Nagorno Karabakh og hjálpararbeiðið á heimasíðuni hjá Mission10Forty: https://mission10forty.org/

Myndatekstur 2: Artak Beglaryan, fyrrverandi forsætisráðharri í Nagorno-Karabakh

Myndatekstur 3: Kim Hartzner, leiðari í hjálparfelagsskapinum Mission10Forty

Myndatekstur 4: Tann kendi armenska konsertpianisturin Irina Hayrapetyan vitjar aftur Føroyar.

Myndatekstur 5: Sjúrður Skaale og Artak Beglaryan

Myndatekstur 7: Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, skipaði í mars skipaði fyri eini ráðstevnu um Armenia 

Undirritaði Kim Hartzner kann kontaktast beinleiðis via telefon ella teldupost fyri at skipa samrøður við fyrrverandi forsætisráðharran í Nagorno Karabakh, Artak Beglaryan.