Kappróðrarfelagið Tindur
Tveir tímar við árunum góvu eitt munagott íkast til nýggjar venjingarmaskinur hjá Kappróðrarfelagnum Tindi. Stuðulsrógvingin í nýggju hølunum hjá felagnum 29. august savnaði knappar 40.000 krónur inn.
Tiltakið fór fram frá klokkan 16 til 18. Fleiri rógvarar tóku tøk, og onnur vóru eisini komin í hølini at vera við til tiltakið. Í felagnum eru vit sera væl nøgd við undirtøkuna og úrslitið.
Laura Johnsdóttir savnaði mest pening inn og vann tí eitt gávukort frá Hotel Hilton áljóðandi 3.000 krónur. Peningurin frá stuðulsrógvingini verður brúktur til at keypa nýggjar maskinur og soleiðis menna venjingarumstøðurnar hjá felagnum. Sum nummar tvey og trý vórðu ávikavist Inga Maria og Martin.
Kappróðrarfelagið Tindur takkar øllum rógvarum og stuðlum hjartaliga fyri teirra íkast og Leikalind fyri at skipa fyri. Takk fyri at taka tøk saman við okkum.