Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2022 19:32

Stuðulsrenning á vøllinum undir Mýruhjalla

Mynd: Undir Mýruhjalla

Hósdagin kl. 17.30 byrjar stuðulsrenning á vøllinum undir Mýruhjalla. Øll sum luttaka, renna/ganga so nógvar rundir kring vøllin sum tey orka í 30 minuttir. Aftaná verður grýturættur, kaffi og hugni í høllini. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka – íðkarar, foreldur, fjepparar, øll eru vælkomin.

Stuðulsskjølini kunnu fáast í Strandacentrum, Effo á Strondum og Skálanum. Eisini ber til at taka skjalið niður og prenta tað út her:

http://alturl.com/wtjtj

Heitt verður á øll, sum luttaka til stuðulsrenningina, um at møta á vøllinum í góðari tíð, áðrenn renningin byrjar, so vit fáa øll skrásett og stuðulsskjølini inn, áðrenn tiltakið byrjar. Minnist eisini til vatndunk.

PS: Vinningar verða latnir til tey sum renna longst, tey sum renna mest pengar inn, umframt lutakast millum øll innkomnu stuðulsskjølini.