Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2026 15:15

Stuðulsavtalan við Varðan heldur fram

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Stuðulsavtalan millum reiðaríið, Varðan, og HSF er longd fram til og við 2027. 

Manslandsliðið var í Eysturoynni herfyri undan EM-endaspælinum, har teir vandu á Kambsdali og vitjaðu í Skúlanum í Gøtu. Varðin hevði eftirfylgjandi boðið liðnum til ein betri bita í høvuðssætinum hjá teimum á Garðabrekku í Gøtu, og var nýggi sáttmálin har undirskrivaður av Boga Jacobsen, stjóra í Varðanum, og Andrassi Thomsen, stjóra í HSF.

Framfýsnað felagið í Gøtu, sum í mong ár hevur myndað føroyskan sjómansskap og fiskavirking, er við stuðulsavtaluni við til at tryggja, at góða gongdin hjá føroyskum hondbólti eisini kann halda fram og bera okkara fremstu leikarar enn longur á altjóða pallinum.

Mynd: Hondbóltssamband Føroya