Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2025 18:40

Stuðul til grønmetisverkætlanir

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Lýst verður eftir umsóknum til verkætlanir, ið kunnu skapa størri framleiðslu, vitan, menning og vøkstur á um føroyskt grønmeti.

Á játtanini til átøk at menna nýskapan og framleiðslu av føroyskum matvørum eru tilsamans 1.000.000 kr. at søkja til grønmetisverkætlanir (konta 6.33.2.17, undirkonta 03, í fíggjarlógini fyri 2025).

Verkætlanir, sum fáa stuðul av undirkontu 03, skulu hava til endamáls at økja framleiðsluna av og tilvitskuna um føroyskt grønmeti.

Framíhjárætt til stuðul hava:

  1. verkligar royndir og verkætlanir, sum vísa á nýggjar leiðir og skapa nýggja vitan til tess at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti, og 
  2. ítøkiligar verkætlanir, har kommunur, skúlar, ellis- og røktarheim o.o., saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólki framleiða, upplýsa um og gera mat úr føroyskum grønmeti í gerandisdegnum, til undirvísing o.a.

Verkætlanirnar skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuni, og tær skulu verða framdar innan árslok í 2026.

Sí reglugerð um stuðul til landbúnaðarframleiðslu eftir undirkonto 03: her

Umsóknir skulu sendast Uttanríkis- og vinnumálaráðnum við telduposti á uvmr@uvmr.fo Umsóknarfreistin er 24. november 2025.