Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2025 09:32

Stuðul til 7 verkætlanir innan mentan, list og siðaarv

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Javnaðarflokkurin hevur á Fólkatingi gjørt avtalu um ávegis stuðul til sjey verkætlanir kring landið 

Hvørt ár fær Javnaðarflokkurin nógvar áheitanir frá feløgum, sum royna at finna fígging til verkætlanir. Sum oftast er talan um ein lítlan part av av kostnaðinum, sum kortini vónandi ger tað lættari at fáa restina til vega aðrastaðni.

Sigast skal, at tað als ikki ber til at stuðla øllum, sum ynskja tað. Bæði tí at upphæddirnar so gerast ov smábýttar, og tí at sumt fellur uttanfyri tað, sum er rímiligt at stuðla á hendan hátt. 

Í ár er avtala gjørd um fígging til sjey verkætlanir, sum eru við til at styrkja føroyskt mentanarlív í breiðastu merking. Nakrar av verkætlanunum hava verið í gongd í nøkur ár, meðan aðrar eru nýggjar. 

Verkætlanirnar eru hesar: 

Nýggjur bygningur til Ítróttaháskúlan í Vági, ið skal vera við til at framtíðartryggja vælumtókta háskúlan. 

Umvæling av søguligu hølunum hjá Føroya Fólkaháskúla í Havn. 

Nýggj útgerð og ljóðføri til Føroya Symfoniorkestur. 

Umvæling av enn einum av søguligu pakkhúsunum á Tvøroyri – Pakkhús 17 – sum í framtíðini skal brúkast til mentanarendamál saman við Pakkhúsi 18, ið slík fígging áður er fingin til. 

Felagshøli og atkomuviðurskifti fyri fólk við rørslutarni í reiðhøllini hjá Vága Ríðingafelag í Miðvági. 

Nýtt neyst til Hósvíkar Róðrarfelag, sum skal skapa betri karmar um rógvingina og vera savningardepil fyri fólk í økinum.

Nýtt neyst til Róðrarfelagið Knørr, sum eisini skal vera eitt savn um føroyska bátin. Tjóðsavnið verður eftir ætlan knýtt at neystinum, og tað skal eisini nýtast til kvøldskúlavirksemi í bátasmíði. 

Fíggingin til hesar verkætlanir er fyri tað mesta ein brotpartur av samlaða íløgutørvinum – samlaða upphæddin er einans slakar 30 milliónir. Men vónin er, at upphæddirnar kunnu nýtast sum katalysatorar og slóða fyri aðrari fígging. 

Allar avtalur eru sjálvsagt gjørdar við teirri treyt, at avvarðandi føroyskir myndugleikar í Føroyum taka undir við teimum. Og verða pengarnir ikki nýttir til endamálið í lógarásetta tíðarskeiðinum, falla teir aftur til statin.