Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.05.2024 08:34

Streymslit um alt meginøkið í nátt

Savnsmynd (SEV)

So hendi tað aftur. Nøkur vita ikki av tí, meðan onnur nokk hava uppdaga í morgun, at klokkan á húsarhaldstólinum bliknar.

Streymslit var í meginøkinum í nátt. Tað hendi kl. 02.40.

Kl. 04.57 var streymurin aftur allastaðni – tey seinastu at fáa streymin aftur vóru tey í Sundalagnum.

Orsøkin sigur SEV, var ein feilur á Sundsverkinum.