Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.01.2025 16:33

Streymslit er í Norðurøkinum

Um fýra-tíðina seinnapartin var streymslit er í Norðurøkinum, tá ið streymurin m.a. fór í Klaksvík, Gøtu, Fuglafirði og Leirvík.

SEV upplýsir at arbeitt verður við at rætta brekið og at innan fyri ein tíma hava øll vónandi fingið streymin aftur.

Dagføring kl 17.25: Ein feilur er staðfestur á koblingsstøðini í Skálabotni. Arbeitt verður við at starta uppaftur. Tað kann taka millum 1-2 tímar at fáa alt upp at koyra aftur.
Streymslit er í meginøkinum. Arbeitt verður við at rætta brekið