Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.08.2023 13:34

Strandingar stovna talvfelag

Mynd: Stranda talvfelag

Strandingar hava nú stovna sítt egna talvfelag.

Tað var tann 16. august at kunnandi fundur var um ætlaninar at endurstovna Stranda talvfelag.

Ein av stigtakarunum, Petur Meinhard Magnussen, greiddi frá um hansara hugsan um felagið, og hvussu talvfelagið vantandi kom at virka.

Serligani er tað barnaarbeiði, sum nýggja talvfelagið ætlar at leggja stóran dent á. Eisini verða venjingar fyri vaksin, og verður eitt lið melda til liðkappingarnar, siga fyriskiparirnir.

Á fundinum tóku fólk undir við at stovna Stranda talvfelag.

5 fólk teknaðu seg til at sita í nevndini fyri stovnandi talvfelagið.

Stranda talvfelag er nú endaliga stovnað, og hevur nevndin nú haft sín fyrsta fund, og hava tey skipað seg soleiðis.

Forkvinna er Hildigunn Ellingsgaard
Næstformaður og skrivari Petur Meinhard Magnussen
Kassameistari Abraham Dalslíð
Nevndarlimur Suni Ernstsson
Nevndarlimur Tummas Eli Joensen

Eisini hevur nevndin tikið avgerð, um at melda eitt lið til liðkappingina.

Stranda talvfelag kemur at hava venjingar í Stranda skúla, og í næstum fer talvfelagið at kunnað um venjingartíðir, hvussu ein kann gerast limur, og aðra praktiska kunning.