Stranda Sjónleikarafelag bjóðar øllum til skemtileik í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum.
Skemtileikurin ber navnið “Mostir Charley”, og er um tveir ungar menn ið skulu fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær at alt gongur siðiliga fyri seg, avgerða teir, at hetta skal henda tá mostir Charley kemur á vitjan – uttan hennara vitan
Men Mostir Charley er seinkað, og nú eru góð ráð dýr. Tá óvæntaðir gestir eisini koma á gátt, gerst støðan alsamt meira fløkjaslig við misskiljingum og skemtiligum støðum.
Skemtileikurin ‘Mostir Charley’ er skrivaður av Brandon Thomas í 1892, og umsettur til føroyskt av Andriasi Justesen í 2001. Málburðurin er nútímansgjørdur til høvi.
Frumframførsla av leikinum er í morgin, fríggjakvøldið 14. mars, og síðani eru fleiri sýningar settar til sølu næstu dagarnar. Sýningin er knappar tveir tímar við uml. 15 min. steðgi, har okkurt lætt til góman verður til keyps.
Atgongumerki til skemtileikin kunnu keypast á billett.fo