Strálucup verður í bygdahúsinum á Strondum týsdagin 27. desember kl. 16.00. Strálucup er innandura-fótbóltskapping.
Aldursmarkið fyri luttøku er 16 ár.
Tríggir leikarar eru á hvørjum liði, og kostnaðurin er kr. 100 fyri hvønn leikara.
Leikarar á fýra teim bestu liðunum fáa heiðursmerki, umframt at vinnandi liðið sleppur at bovla í Leirvík.
Teknið tykkum á messenger hjá Anfinn Gærdum – viðmerki nøvn á trimum leikarum og eitt telefonnummar.
Strálan
Deil á Facebook