Nú eru skjótt nógv ár síðani at gamla missiónshúsið við Gøtugjógv, sum var frá 1924, bleiv rivið niður. Og skjøtul var settur á at byggja nýtt og nýmótans missiónshús á nærum sama stað.
Og er nú arbeiðið komið so mikið væl áleiðis at endaspurturin er skotin í gongd.
Í dag, leygardagin 31. januar, var stóri arbeiðsdagurin har hópin av fólki, bæði kvinnum og monnum vóru møtt upp at taka eina hond í. Arbeiðið byrjaði kl. 09:00 í morgun og ætlanin var at halda á til umleið kl 15:00 seinnapartin
Høvuðsuppgávurnar vóru m.a. at seta innhurðar í, seta ljóðdiffusarar í salin, seta upp senuvegg og annars hanga ymiskt upp so sum spegl, knagar v.m.
Sum skilst, so verður miðað ímóti, at taka húsið í brúk til Missiónsvikuna sum verður hálvan februar í ár.
Myndir: Eysturoyarportalurin






































