Tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at halda fast um 1-0 leiðsluna, eftir at Petur Knudsen hevði lagt føroyingar á odda í 24 minutti, tá ið Føroyar leikti móti Estlandi í Baltic Cup.
Hóast gott spæl til tíðir, so var tað ikki nógv liðið kláraði at skapa frameftir vøllinum, tá tað kom til vandamiklar støður ella atsóknir á málið.
Í hinum endanum skrædnaði tað veruliga, tá ið persónlig misstøk og vánaligt verjuspæl kostaðu dýrt. Fyrst javnaði Estland beint fyri hálvleik, og síðani skoraðu teir trý mál afturat í seinna hálvleiki. Til endaligu støðuna 4-1.
Lið við royndum
Tað var annars eitt føroyskt lið, við rímuliga nógvum royndum, sum byrjaði dystin. Hóast umberingar frá venjaratoyminum áðrenn dystin, har ramsa var upp við einum lista av leikarum sum ikki vóru tøkir.
Jóan Símun Edmundsson, Viljormur Davidsen, Rene Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Kallsø Danielsen og Meinhard E. Olsen, hava allir við fleiri landsdystir á baki. Tað sama hava eisini menn sum Petur Knudsen og Stefan Radosavljevic við sínum tvísiffraðum A-landsdystir á sínum CV. Meðan teir við minst royndum vóru miðverjin Samuel Johansen Chukwudi og miðvallarin Hanus Sørensen, hóast teir ikki eru heilt ókendir við altjóða landsliðsfótbólt.
Tað skerst tí ikki burtur, at úrslitið er enn eitt vónbrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt.
Gleðiligt var tó at síggja í seinna hálvleiki, at nakrir mans fingu møguleikan at vísa seg fram, og at Aron J. Ellingsgaard fekk sína A-landsliðsdebut.
Eitt landslið í tómgongd
Men hóast hetta, so var tað ikki ein dystur sum fekk fólk út á kantin av sofuni í berum spenningi. Tað er eisini langt síðani, at ein landsdystur hevur fingið fólk til tað.
Frintligi sviin hevur nú havt uml. 5 ár (settur tann 16. desember í 2019) at sett sítt fingramerkið á føroyska A-landsliðsfótbólt.
Men um hugt verður eftir t.d.; FIFA styrkilistanum, so hava Føroyar staðið í stað ella bert farnar aftur eftir hæli síðani hann tók yvir.
Menningin av einari greiðari spæliætlan, hevur heldur ikki rættuliga verið til at fingið eyga á. Og hava úrslitini eisini staðfest hetta. T.d. at alt ov fá mál verða skotin ella at liðið kemur ov sjálvdan niðan í síðsta triðingin hjá mótstøðuliðnum og harvið kann gerast vandamikið. Nakað sum hevur verið eitt heldur keðiligt vørumerki undir Håkan Ericson.
Eisini hava allar tær ivasomu landsliðsúttøkurnar seinastu árini, fingið fólk at undrast og standa spyrjandi. Har hevur ofta eingin veruligur samanhangur verið, tá tað kemur til úttøku av leikarum og dystarform osv.
Tí kann tað verða sera trupult at fáa eyga á nakað jaligt undir sitandi venjaratoymi. Bjartskygni (eufori), eitt sum A-landsliðið var garantur fyri í fleiri ár, er ikki líka nógv at hóma longur millum fótbóltsáhugaðar føroyingar.
Er Håkan Ericson rætti venjari?
Og tí kann spurningur, nokk enn einaferð setast, um Fótbóltssamband Føroyar ikki gjørdi ov skjótt av, tá ið longt var sáttmálan við Håkan Ericson í fjør. Og um ikki tær uml. 2 mió, sum tað kostar um árið at hava útlendska landsliðsvenjarin í starvið, ikki betur vóru brúktar at rinda einum føroyingi hesa løn ístaðin. Sum uttan iva hevði gjørt tað minst líka gott, ella í hesum førum, líka ivasamt, sum sitandi venjari.
Týsdagin spæla Føroyar aftur í Baltic Cup. Hesuferð móti Letlandi, um 3. og 4. pláss.
Deil á Facebook