Fótbóltssamband Føroya
Stóra steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum er á skránni komandi vikuskifti. Fríggjadagin spæla U21, meðan finalurnar hjá U13, U15 og U17 við dreingjum, og U13 og U16 við gentum verða leygardagin.
Komandi vikuskifti, fríggjadagin 12. og leygardagin 13. septembur verður nógvur steypafótbóltur at síggja á Tórsvølli. Hesar dagarnar er stóra steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum á skránni.
B36 er best umboðað í ársins steypafinalunum hjá teimum yngru. Árstalsfelagið er umboðað í fimm av teimum í alt seks finalunum, sum skulu spælast. Víkingur er í trimum, meðan AB, FC Hoyvík, Skála og 07 Vestur eru í einari finalu.
Lagt verður fyri fríggjakvøldið klokkan 19:00, tá AB og B36 bresta saman í finaluni í steypakappingini hjá U21, og síðani verður hildið fram leygardagin, tá hinar fimm finalurnar eru á skránni.
Fríggjadagin 12. sept.
Kl. 19:00 AB – B36 (U21)
Leygardagin 13. sept.
Kl. 10:00 Víkingur – B36 (U13 dreingir)
Kl. 11:30 07 Vestur – B36 (U13 gentur)
Kl. 13:00 Víkingur – B36 (U15 dreingir)
Kl. 16:00 FC Hoyvík – Skála (U16 gentur)
Kl. 19:00 B36 – Víkingur (U17 dreingir)
Atgongumerki til steypafinaluvikuskiftið – báðir dagar íroknaðir – fáast til keyps við dyrnar. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung (0-16 ár).